Áheitan frá IRF um at øll húsarhald fáa sær ruskstativ
IRF heitir á allar borgarar í limakommununum um at fáa sær ruskstativ til húsarhaldsruskið – til frama fyri bæði umhvørvi og ruskinnsavnarar.
Reglugerð
- Hav posan í stativi – so fuglur/ketta/rotta ikki kemur at
- Hav stativið sjónligt og hægst 20 metrar frá atkomuvegi
- Hav trygga og ljósa gonguleið til stativið
- Posin má hægst viga 20 kg fullur – lat einki spískt ella hvast í
- Lat stativini standa saman, har fleiri íbúðir eru á somu ogn