Valevnir til kommunuvalið 10.11.2020
Kunngerð
Hesir listar eru innkomnir til kommunuvalið í Hovs Kommunu,
og góðkendir av valstýrinum.
Kunngerð
Hesir listar eru innkomnir til kommunuvalið í Hovs Kommunu,
og góðkendir av valstýrinum.
Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa?
IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum.
Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.
Støðin hjá IRF í Trøllavík letur nú aftur kl. 15 fríggjadag. Mánadag til hósdag er opið frá kl. 8 til 16.
Tað verður heitt á borgarar og fyritøkur at ringja til IRF á tlf. 41 42 43, áðrenn farið verið til Trøllavíkar. Avtala skal vera gjørd við IRF, áðrenn tit koma við burturkasti.
Meira kann lesast um upplatingar- og telefontíðir hjá IRF her.
Endamálið hjá eldraráðnum er at betra og útbyggja sambandið millum eldri borgarar og Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy (BHS).
Fyri at stilla upp skalt tú sjálvan valdagin vera 60 ár ella eldri. Valskeiðið gongur frá 1. jan. 2021 til 31. des. 2024
Valevnisfráboðan fæst á skrivstovunum hjá kommununum í Suðuroy.
IRF ber nýggjar posar út í viku 37.
Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.
Stórt húski?
Síða 13 av 24