Vallistin liggur frammi
Vallistin til løgtingsvalið, hin 26. mars 2026, liggur frammi til alment eftirlit á brandstøðini frá 4. mars, til og við 18. mars.
Vallistin til løgtingsvalið, hin 26. mars 2026, liggur frammi til alment eftirlit á brandstøðini frá 4. mars, til og við 18. mars.
Atkvøðugreiðslan í Hovs kommunu á løgtingsvalinum tórsdagin 26. mars 2026 verður í skúlanum.
Atkvøtt verður frá
kl. 10.00 til kl. 20.00
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Mánakvøldið 16. februar 2026 kl. 20.00 verður almennur fundur í SALT, har borgarstjórar, løgmaður, umboð fyri tunnilsverkætlanina og aðrir gestir, seta fokus á Suðuroyartunnilin – møguleikar, avmarkingar og framtíð fyri Suðuroynna.
Orðstýrari er Jón Brian Hvidtfeldt

Borgarstjórarnir í Suðuroynni hava, á felags fundi á Tvøroyri í dag, avtalað, at skipa fyri borgarafundi í SALT um Suðuroyartunnilin.
Fundurin verður mánadagin 16. februar 2026 kl. 20:00.

Børn, sum hava brúk fyri fosturheimum, eru ymisk eins og onnur børn. Tey hava tað til felags, at tey styttri ella longri tíðarskeið ikki kunnu búgva hjá sínum foreldrum.
Tey hava tørv á nógvari umsorgan og at verða sædd, hoyrd og skilt.
Í løtuni manglar okkum bæði fosturfamiljur og umlættingarfamiljur kring alt landið.
Síða 1 av 27